Morten Olsen tekur trý ár aftrat

Danski landsliðsvenjarin í fótbólti eitur framvegis Morten Olsen næstu árini, tí hann hevur nú longt sáttmála sín sum A-landsliðsvenjari, so hann gongur til og við HM-endaspælið í 2014.

 

Tað er annars ikki meira enn eitt ár, síðani venjarin ætlaði sær at gevast eftir EM-endaspælið í summar, men nú er hann hálsaður um og tekur eina kapping aftrat.

 

Tá sáttmálaskeiðið er úti í 2014, hevur Morten Olsen sitið í 14 ár út í eitt sum danskur landsliðsvenjari.