Morten Olsen: Svøríki roynir at órógva okkum

Danska fótbóltslandsliðið kom í dag til Stokhólm, har tann fyri playoffdysturin ímóti Svøríki skal spælast í morgin

Danska fótbóltslandsliðið kom í dag til Stokhólm, har tann fyri playoffdysturin ímóti Svøríki skal spælast í morgin.

 

Alt bendir á ein spennandi dyst um EM-atgongumerkið, tá danir og sviar hittast í Svøríki í morgin í fyrra av teimum báðum playoffdystunum.

 

Morten Olsen, landsliðsvenjarin, samanber seg sjálvan við ein dirigent, sum skal stýra einum heilum orkestri og halda taktina.

 

– Vit venjarar kunnu samanberast við dirigentar í einuum stórum orkestri. Dirigenturin skal syrgja fyri, at tónleikararnir halda taktina.

 

– Venjarin skal syrgja fyri, at spælararnir harmonera, bæði strategist og menniskjansliga. Tað eru jú mennisku, vit hava við at gera, sigur Morten Olsen sambært Ritzau.

 

– Men dirigenturin hevur tað eitt sindur lættari enn vit venjarar. Tað eru heilt víst nakrir sviar, sum vilja syrgja fyri, at vit missa rútmuna, sigur Morten Olsen.

 

Landsliðsvenjarin argast um, at bæði Svøríki og Danmark ikki hava vunnið seg til EM.

 

– Í Norðurlondum høvdu vit droymt um at øll londini vóru við til endaumfarið. Men soleiðis skuldi ikki vera.

 

– Ein svii hevur tó syrgt fyri, at Ísland verður við. Tað er fantastiska flott klára av Lars Lagerbäck, sigur Morten Olsen við Ritzau.

 

Tað er í øllum førum heilt vist, at bæði Danmark og Svøríki ikki sleppa við til EM. Bæði londini vilja leggja alt fyri at vinna. Og soleiðis eigur tað at vera í týdningarmiklum dystum, sigur Morten Olsen.

 

Um so verður, at Danmark fær gul kort í morgin, fáa Lars Jacobsen, Simon Kjær, William Kvist og Pierre-Emile Højbjerg leikbeinn í returdystinum í Parkini í Keypmannahavn týsdagin.

 

– Tað avgerandi kann vera, at vit spæla tveir dystir við so stuttum millumbili. Ein góður og breiður bólkur verður avgerandi. Bara ein lítil skaði kann gera, at tað verður trupult at gera okkum klárar til næsta dyst.

 

– Vit hava fýra spælarar, sum hava tvey gul kort og kunnu fáa karantenu. Svøríki hevur tveir spælarar, og tað kann hava sína ávirkan.

 

– Vit vóna, at vit kunnu finna lykilin til at taka mótstøðuliðið av ræði. Tað hava vit vant seinastu dagarnar. Tað hevur Svøríki uttan iva eisini gjørt, greiðir Morten Olsen frá.

 

Fyri Svøríki kunnu Zlatan Ibrahimovic og Kim Källström fáa karantenu, um teir fáa gult kort.

 

– Tann spurningin hava vit hoyrt, og tað svara vit heldur ikki uppá, sigur Morten Olsen stutt og bersøgið.

 

Danmark tekur ímóti Svøríki í Parken í Keypmannahavn týskvøldið. Báðir dystirnir verða brísklaðir ígongd klokkan 19:45 føroyska tíð.