Morten Olsen fer ongan veg

Danska landsliðið hevur í ár verið eitt stórt vónbrot, og hetta hevur spátt iva um, hvørs venjari Morten Olsen er førur fyri at halda fram í starvinum. Eftir 1-2-tapið fyri Norðurírlandi í gjár vildu fleiri danskir fjølmiðlar vera við, at nú var ovboðið, men Morten Olsen hevur ongar ætlanir um at siga seg úr starvinum.

 

- Ja, eg verði verandi. Eg eri fullkomiliga líkasælur við hesum útgreiningunum. Fyri meg ræður tað um arbeiðsgevaran og um leikararnar, segði Morten Olsen við tíðindafólkini, sum vóru uppmøtt til venjingina hjá danska landsliðnum í Vedbæk fyrrapartin.

 

Morten Olsen hevur sáttmála við DBU, danska fótbóltssambandið, fram til HM-endaspælið í 2010.