Morten og Bagge síggja ljós fyri framman

"Match-vinnarin" hjá AB, Morten Overgaard og venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze vóru ovurfegnir, tá Tróndur Arge fekk orðið á teir, aftaná 2-1 sigurin hjá AB ímóti TB. Morten duldi ikki hvussu týdningarmikið tað er fyri hann og liðfelagarnar, at teir nú byrja at vinna heimadystirnar, og eisini byrja at fáa stig á útivølli. Sámal Erik Hentze fegnast um, at marginalarnir koppa teirra veg, og at hansara menn hava stríðst væl í undirtalsstøðu tveir dystir á rað nú.

 

TB-venjarin, Hans Fróði Hansen var meira fattur. Hann heldur, at tað er tann sjarmerandi parturin av fótbólti, at lið kunnu vinna ein dyst heilt ímóti dystarenda, men tíverri fyri teir, so gekk tað út yvir TB á hesum sinni. Hans Fróði Hansen sær tó onga orsøk til at fara í panikk, tí TB skal uttan iva koma á vinnaraslóðina aftur.

 

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Morten Overgaard, Sámal Erik Hentze og Hans Fróði Hansen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.