Morten Hust Petersen stovar hondbóltsfelag

Hondbóltur - Morten Hust Petersen er ein av stigtakarunum til komandi hondbóltsfelag, sum verður stovnað í Kvívík

Morten Hust Petersen.
Claus Rasmussen.
Súni Fríði Barbá.
Og Henrik Gerster.

Tað eru millum leikararnar, sum skulu mynda eitt kom­andi hondbóltslið úr Kvívík.
Morten Hust Petersen vátt­aði fyri Rás2 fríggjadagin, at hann er ein av stigtakarunum til eitt nýtt hondbóltsfelag.
Hann hevur stovnað ein bólk á Facebook, har hann spyr um uppskot til navn og annað til felagið.
– Vit eru nakrir, sum fegnir vilja spæla hondbólt, og nú er ætlanin at byrja eitt felag í Kvívík, segði Morten Hust Petersen við Rás2.
Felagið fer fyrst bara at lut­taka í triðbestu deildini hjá monnum. Ætlanin er at menna fel­agið í smáum, so ungdómslið og kvinnulið leggjast afturat í fram­tíðini.
Liðið fer at spæla sínar dystir í Kollafirði komandi kapp­ingarár.
Morten Hust Petersen hev­ur verið venjari hjá besta mans­liðnum hjá VÍF, og besta kvinnu­liðnum hjá Stjørnuni.