Morten Hust Petersen er spentur uppá uppgávuna

Tað var tá Una Olsen setti seg í samband við Morten Hust Petersen, at avgerðin fall, at Morten vildi verða hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni tey seinastu fimm umførini av landskappingini.

 

Morten vónar, at hann við sínum royndum kann hjálpa kvinnuliðnum hjá Stjørnuni at yvirliva í fremstu kvinnudeildini í hondbólti, tí hann heldur, at tað hevur týdning, at Klaksvík er umboðað í tí fremstu kvinnudeildini.

 

Undir greinini ber til at hoyra eitt prát Rás2 gjørdi við Morten Hust Petersen.