Morten Hust Pedersen skal venja Neistan

36 ára gamli Morten Hust Pedersen skal næsta kappingarár hava ábyrgdina av besta mansliðnum hjá Neistanum. Hann loysir av Inga Olsen í venjarasessinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum.

 

Morten Hust Pedersen kom til Føroya í 2007. Hann var venjari hjá VÍF tvey kappingarár. Hann vann føroyameistaraheitið sum venjari hjá Stjørnuni í 2010.

 

Jacob Jónsson, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Inga Olsen seinastu kappingarárinum, verður heldur ikki partur av venjaratoyminum hjá Neistanum næsta kappingarár. Tað er eisini greitt, at David Edvardsen fer aftur til Danmarkar, og verður ikki partur av hópinum.

 

- Mansleiðslan boðaði frá á fundinum, at Atlantic Airways-liðið verður styrkt við tveimum spælarum, men enn er hetta ikki endaliga avgreitt, skrivar heimasíðan hjá Neistanum.