Morten heldur fram á Argjum

Morten Overgaard verður eisini at síggja í AB-búnanum í 2010. Á heimasíðu skrivar AB, at partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2010. Morten Overgaard hevur spælt við AB síðani 2007, men í ár hevur spælitíðin verið avmarkað av skaðum. Síðani summarsteðgin hevur hann tó verið fastur maður í miðverjuni hjá Argjamonnum.