Morten eitt sindur klókari

Í fyrireikingunum var hann vorðin ovfarin av føroysku dygdunum, og undir dystinum helt hann seg hava lært sítt lið eitt sindur betur at kenna

Morten Olsen er ein royndur og drivin revur í fótbóltsverðini. Hann veit, hvussu allar støður skulu taklast, og bæði hann og Michael Laudrup vita, hvørjar knøttar teir skulu trýsta á, tá almenningurin spentur bíðar fyri at hoyra:

? Eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist okkum at vinna. Hetta var fyrsti sigurin hjá Danmark í ár, og at vinna 2?0 í Føroyum er ikki bara nakað, sum kemur av sær sjálvum, segði Morten Olsen, og so hevði hann ein lítlan fyrilestur um, hvussu stór framgongdin hevur verið í føroysum landsliðsfótbólti:

? Hesar báðar dagarnar, sum vit hava verið í Føroyum, havi eg í video sæð fleiri av undankappingardystunum, sum føroyingar spældu í fjør. Eg havi staðfest, og eg havi sagt fyri mínum spælarum, at talan er um eitt væl skipað lið, sum tað er ógvuliga torført at skapa málmøguleikar ímóti. Dystirnir móti Kekkia á heimavølli og eisini á útivølli eru góð dømi um hetta. Í Prag haldi eg, at føroyingar høvdu fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, og tað var sera óheppið, at Todi Jónsson ikki í hvussu so er fekk eitt mál.

Við hesum undirstrikaði Morten Olsen fyritreytirnar, sum hansara lið hevði vunnið 2?0 á Tórsvølli:

? Í 1. hálvleiki spældu føroyingar upp til okkara spæl, men eftir steðgin. Tað gjørdu teir eisini, tí vit høvdu ilt við at seta ta ferðina á, sum er neyðug fyri at fáa fleirtalsstøður og harvið skapa vandamiklar málmøguleikar. Vit justeraðu eitt sindur í steðginum, og tað eydnaðist í hvussu so er í eina løtu í 2. hálvleiki at hava hægri leikferð, og tað var tá, at vit skoraðu málini.

Morten Olsen undirstrikaði, at hann longu frammanundan dystinum hevði avrát við venjararnar hjá Bjarna Goldbæk og Jon Dahl Tomasson, at teir skuldu bara spæla 45 minuttir. Teir hava í hesi vikuni nógv at gera í feløgunum hjá sær.


Nýggja avbjóðingin

Undan dystinum hevði Morten Olsen sagt, at umframt at vinna var týdningarmikið hjá honum á Føroya ferðini at finna fram til styrkir og veikleikar á sínum liði.

Hvat var pluss, og hvat var minus?

? Tað snýr seg um støðurnar á vøllinum og innanhýsis fatanirnar. Hetta eru smálutir, men teir eru týdningarmiklir. Tað má eitt nú ikki koma fyri, at ein av mótstøðumonnunum stendur so leysur í brotsteiginum, sum Uni Arge gjørdi, tá hann fluktaði hornasparksinnleggið úr høgru móti málinum. Vit hava bara vant tvær ferðir saman, og nú fara vit at arbeiða fram ímóti næstu uppgávni, sum er undankappingardysturin í Íslandi um góðar fjúrtan dagar.

Kanst tú út frá avrikinum í kvøld gera tær nakrar metingar um, hvussu tað tá fer at ganga?

? Eg fekk í kvøld staðfest, at fleiri av liðunum, sum fara at koma til Føroya, fara at fáa tað torført. Áðrenn eg sigi nakað um okkara møguleikar í Íslandi, má eg fáa henda dystin úr huganum, men sjálvandi verður tað torført í Reykjavík. Tað hevur tað altíð verið, og tað verður tað eisini hesa ferð.

Allan Simonsen er føroyskur landsliðsvenjari, men hann hevur 56 ferðir spælt á danska landsliðnum. Fyrsta landsdystin spældi hann í Íslandi í 1972. Danmark vann 5?2, og Allan Simonsen skoraði tvey mál:

? Tað verður torført hjá Morten Olsen, Michael Laudrup og spælarunum í Reykjavík, men eg vænti, og sjálvandi vóni eg staðiliga, at tað fer at eydnast teimum at fáa øll stigini við aftur til Danmarkar, men tað verður sera torført. Tað er eingin ivi um tað, staðfesti Allan Simonsen.

Morten Olsen vildi fegin rósa gamla landsliðsfelaganum við arbeiðnum, sum hann hevur gjørt í Føroyum:

? Nógvir føroyingar spæla aðra staðni, og tað er gott fyri landsliðið. Men eg vil fegin siga, at tað sæst væl, at tað hevur eydnast Allani Simonsen at samanspæla eitt fínt lið. Fótbóltur er eitt liðspæl, og avrikini og úrslitini eru fyrst og fremst tengd at, hvussu liðið útinnir sínar uppgávur. Eg havi verið í Føroyum við veteranlandsliðnum og við Brøndby, og eg má siga, at føroyskur landsliðsfótbóltur er á einum væl hægri støði nú, enn hann var fyri ellivu og átta árum síðani.artænastan, sum hava havt beinleiðis arbeiðsuppgávur av kanningarvirkseminum.

Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndugleikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum arbeiðsloyvi, umhvørvisgóðkenningar, radio- og fjarskiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr.

- Tað er mín vón og ? við tilbúgvingarverkætlanini í huga ? so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greiddar til fulnar.


Samstarvspartar ikki mótpartar

Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi.

- Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vitan og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av.

Ein grundleggjandi munur millum forkanningar-skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum.Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund.

-Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda.

Samstarvið er longu byrjað. Ikki bert millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógvum økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufeløgini og føroyskar kanningastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelagnum at gagni í so nógvar aðrar mátar.

Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okkum stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara samfelag, vinnuliga, mentanarliga og búskaparliga. Oljufeløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teimum vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar.


Loyvistilgongdin

Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, serliga í lands-synningshorninum á føroyska landgrunninum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið soleiðis skipaðar, at umsøkjarin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum umsøkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basaltfláirnar eru tjúkkari og avbjóðingarnar verða somikið størri.

- Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kappingin um teigarnar í landssynningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur.

Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera leitiboringar verða givin í landssynningshorninum. Hetta gevur tilsamans 8 leitiboringar komandi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar.

Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishavarum til lukku við loyvunum og góða eydnu við leitingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv komandi árini.