Morten Benjamin: Nú byrjar tað

Meðan Thomas Blachman var í øðini um, at hyggjararnir hjá DR sendu Morten Benjamin til hús beint áðrenn finaluna, heldur semifinalisturin sjálvur, at ferðin júst er byrjað.

 

- X-Factor ferðin er komin at enda. Báturin er settur á sjógv, og vindurin (hart arbeiði og kærleik) skal beina vegin fram, skrivar hann á Facebook.

 

Hann skrivar eisini, at hann framvegis er eins áhugaður í sínum tónleiki, sum hann var, tá ið sofan og vindeyga vóru tey einastu, sum lurtaðu.

 

Hann staðfestir, at tað er nú at ferðin av álvara byrjar.

 

Við yvir 9500 fjepparum á Facebook er 22 ára gamli Morten Benjamin ein vælumtóktur maður, og hann sigur seg vera sera takksaman fyri stuðul.

 

- Tit hava øll gjørt mítt liv jaligt, sigur hann á Facebook.

 

Morten Benjamin segði til sína fyrstu roynd í X-Factor, at hann elskar at spæla tónleik, og um hann kundi livað av tí, so hevði tað verið frálíkt.

 

Hóast hann ikki longur er við í X-Factor, so man hann hava góðar møguleikar fyri at gerast ein kendur tónleikari hóast alt.