Morten Benjamin varð sendur til hús beint áðrenn finaluna, og tað gjørdi, at Line, Sveinur og Ida verða tey, sum skulu framføra í Herning komandi fríggjakvøld, tá ið X-Factor finalan er á skránni.
Morten Benjamin hevur verið ein av favorittunum til at vinna kappingina, men undirtøkan hevur verið dalandi, og fríggjadagin endaði tað við, at hann varð sendur til hús.
Men um Morten Benjamin slapp at avgera hvør vinnarin av X-Factor skal vera, so hevði hann valt Line.
-Line er eitt imponerandi menniskja. Tað er einans ein brøkpartur av henni, sum man sær á skíggjanum. Men hon er í veruleikanum eitt menniskja, sum hevur hjartað við sær. Hon hevur uppiborið at vunnið. Eg havi stóra virðing fyri henni,
sigur Morten Benjamin við bt.dk.
Morten Benjamin er tó ikki vísur í, at Line fer avstað við sigrinum, men hann vónar at hon vinnur kappingina.