Hann er farin heim, hann er farin um evstu sýn, fjørðurin er rógvin. Vit hava so mangt orðalag um ævina efter síðsta andadráttin og ferðina burtur í annan heim. Vit sleppa hondum og biðja farvæl. Handan sýn er hin ævigi staðurin.
Mortan fór um evstu sýn leygarmorgunin 2. mars 2012. Smeiturin, hann fekk í oktobur, gjørdust til dagar, vikur og mánaðir við bivandi vónum um at tað fór at laga seg, maðurin fór at koma seg aftur; hann var jú treiskur og málsøkin. Glottar við framstigum hjá Mortani løgdu afturat okkara lítla vónareldi, sum røktarfólkið eisini royndi at nøra. Og várið stóð í durunum. ljósir dagar, summar og sól, sum alt fór at menna mannin aftur, vónaðu vit, sum vitjaðu. - Tín fasta hond og títt blíða bros helt okkum festum í vónini, til komið var á sýnina. Meðan konan og yngsti sonurin sótu hjá tær, og tað fór at lýsa fyri degi, slepti tú takinum og fór stillisliga hiðani.
Á Hvidovre sjúkrahúsi høvdu tey roynt tað, tey maktaðu, hjúklaðu um hann og hildu honum til. Takk fái tey fyri vælvild og uggandi orð, tá ið vónin var íbundin og ivin leysur. Eisini tann fyrsta mánaðan á Ríkissjúkrahúsinum var alt gjørt, sum tøkniliga gerast kundi fyri at bjarga lívi og førleika, men eingin vegur var aftur.
Mortan, føddur 6. januar 1941, sonur Maju og Valbjørn Dalsgarð á Argjum, var næstur av fimm systkjum. Navnið bar hann eftir abbanum á Argjum og eftirnavnið eftir abbanum á Velbastað. Á Argjum var vinnulívsfólkið, fiskimenn, skiparar, skip og andlig rørsla, á Velbastað forn siðvenja, mentanararvur og tjóðskapur, Av góðum bergi brotin og við góðum evnum lá raði hjá dronginum á skúlabeinki og allan vegin til lokið læraraprógv í 1964.
Abbin á Velbastað var snikkari og pápin húsasmiður, báðir stinnir í tóna og sangi, antin so evnini vóru úr Dalsgarði í Skálavík ella Innistovu í Leirvík, haðani omman av Velbastað kom. Í móðurætt sama lagi. Argjamenn tiltiknir smiðir við listarligum evnum. Handliga hegni og tónlistarligu evnini fekk Mortan í viðføri. Ríkar listarligar gávur, sum góvu honum høvi at vera í fjøltáttaðum virki innan og uttan skúlagátt. Í unglingaárum var hann góður fimleikari og tilkomin fór hann upp í Havnar hornorkestur. Í støddfrøðini, sum hugtók hann, vóru tey skapandi evnini loyst úr. Við blíantinum, sum lá so væl í hansara hondum, teknaði hann ta serbygdu bygdarkirkjuna, soleiðis sum biðið varð um, og tey vøkru húsini hjá teimum uppi á trøðni. Kirkjan varð vígd fyri jól 1974 og stutt eftir varð farið undir húsini, sum pápin smíðaði. Parturin hjá Mortani lá ikki eftir; hann var hegnismaður.
Støddfrøðin gjørdist hjartabarnið, sum hann, saman við øðrum, í skrift, talu og huglagi læt í føroyskan málbúna. Í ein mansaldur varð arbeitt við orðatilfari, hugtøkum og bókmentum innan støddfrøði, sum ríkaði føroyska skúlan. Eitt veldugt arbeiði gjørt eftir vanligan arbeiðsdag. Mortan var heilur, har hann var. Miðvísur og málsøkin fekk hann arbeiði frá hondini.
Hansara nærlagni og myndiga arbeiðslag var eyðkent. Tá ið ungi Mortan eftir lokið læraraprógv trein inn í skúlastovuna, gjørdist tøgn. Mortan var komin, fakið í sentrum, fokus á talvuni. Eftir eini ellivu ár í Fuglafirði, var starv leyst í heimbygdini, har Mortan gjørdist lærari í 1975. Stutt eftir at nýggi skúlin var bygdur, gjørdist Mortan skúlastjóri í 1979 og tey næstu tjúgu árini. Kósin varð sett í kortið, og hondin lá føst á róðrinum, fáorðaður, neyvur og miðvísur. Starvsfelagarnir vistu, hvar teir høvdu mannin.
Mortan og Kristianna, sum giftust í 1962 og bygdu á Argjum í 1975, áttu fýra børn, Magni, Morid, Allan og Búgvi. Øll hava sett føtur undir egið borð, virkin á hvør sínum øki, har tey skapandi evnini eins og hjá pápanum koma teimum væl við. Nú pápin, sum mátti søkja sær heilsubót fyri nøkrum árum síðani, aftur varð raktur av einum smeiti, vóru tey um hann, tá ið til bar. Pápin var teimum kærur, og missurin tí stórur.
Síðani 2000 var Mortan giftur við Birthu Weihe. Tey búðu á Ternuryggi í Havn við vøkrum útsýni omaneftir og út á Nólsoyarfjørð. Birtha var honum holl, tá ið krabbin neit fast stutt eftir aldaskiftið og aftur nú ta drúgvu sjúkraleguna niðri. Tey góðu minnini runnu fram fyri hana, hendingar og ferðir heima og suður í lond. Maðurin er farin, minnini liva. Minnini um ein góðan mann, pápa og abba, sum ikki fekk verið hjá teimum longur. Við samkenslu við børnunum, móður teirra og konuni lýsa vit frið yvir minnið um bróðurin og svágin.
----
Betty og Martin










