Mortan við stýrisvølin

Fótbóltur: Valdsmiklasti liðformaðurin nakrantíð á danska landsliðnum skal nú stýra frá beinkinum

Fyrr í mánaðinum fór hann um tey hálvt hundrað, og í fyrrakvøldið fekk hann eina seinkaða føðingardagsgávu frá danska fótbóltssamtakinum, DBU. Eftir at væl umtókti sviin, Bo Johansson, fyrr í summar boðaði frá, at hann ætlar sær ikki at halda fram í heita sessinum, tá sáttmálaskeiðið verður liðugt komandi summar, hevur DBU viðgjørt venjaraspurningin, og sunnudagin almannakunngjørdu teir avgerðina, sum í meiri enn eina viku hevur verið at sæð í donskum fjølmiðlum.

Morten Olsen, sum áður hevur verið venjari í Brøndby, FC Köln og í Ajax ? hann er farin úr øllum størvunum áðrenn ásetta sáttmálatíðarskeiðið var runnið ? skal standa á odda í royndini at vinna Danmark pláss í HM endaspælinum, sum verður í Japan og Suðurkorea í ár 2002.

DBU hevur valt ein av størstu donsku fótbóltsspælarunum nakrantíð at vera venjara. Hann kom á landsliðið í 1970 ? tá var hann framrættaður spælari ? og í 1972 var hann á liðnum, sum spældi seg í olympisku leikirnar í München. Men hann var ikki saman við Allani Simonsen og hinum í Týskalandi, tí stutt undan kappingini gjørdist hann yrkisleikari í útlandinum.

Tá Sepp Piontek gjørdist venjari hjá Danmark í 1979 varð mett, at tíðin hjá Morten Olsen á landsliðnum var um at vera runnin, men so var ikki. Morten Olsen, sum tá var verjugeneralur í belgiska Anderlecht, fekk sama leiklutin á danska landsliðnum, og har spældi hann fram til fyrst í níti árunum. Í alt spældi Morten Olsen 102 landsdystir, og hann skoraði fýra mál, og tá hann 14. august fylti 50 duldi Sepp Piontek ikki fyri, at Morten altíð var næsti maður hjá honum, tá avgerð skuldi takast um, hvussu landsliðið skuldi spæla.

? Málið verður sjálvandi at vinna, men eg fari samstundis at leggja dent á, at landsliðið framvegis skal spæla undirhaldandi og hugflogsríka fótbóltin, sum danir hava verið kendir fyri, segði Morten Olsen sunnukvøldið við danskar fjølmiðlar.

Hjálparvenjarin hjá Bo Johansson, Flemming Serritslev, skal nú venja U-21 landsliðið. Tað hevur ljóðað, at Michael Laudrup skal vera hjálparvenjari hjá Morten Olsen, men tað er ógreitt, hvussu tað verður við hesum, tí DBU boðaði sunnukvøldið frá, at avgerðin um hjálparvenjaran er ikki tikin enn.