Pauli G. Hansen hjá Skála hevur givið avboð til venjignarleguna hjá fótbóltslandsliðnum á La Manga. Í hansara stað hevur Jógvan Martin Olsen tikið Mortan úr Hørg við í hópin. Mortan vann sær sætið í hópinum seinastu dystirnar, tá Henrik Larsen var landsliðsvenjari, men undir Jógvani Martin Olsen hevur pláss hansara langt í frá verið eins víst. Landsliðið fer av landinum tann 24. februar.