Mortan riggar av

Eftir 11 ár sum bóndi er Mortan Joensen komin til eitt vegamót. Út við 40 ára gamla fjósið er niðurslitið og ótíðarhóskandi til dagsins landbúnað. Men Búnaðargrunnurin, ið annars varð settur í verðina fyri at veita lán til føroyska landbúnaðin, setir somikið harðar treytir, at bóndin í Fuglafirði nú tveitir handklæðið í ringin

- Nei, eg orki ikki meira. So nú eri eg í holt við at avvikla alt. Eg rokni við at brúka juni mánað til at taka av neytini og sleppa mær av við mjólkakvotuna, og gleði meg til at vera leysur av øllum, tá vit koma inn í juli.
Mortan Joensen tosar við sorgblídni í røddini, tá hann greiðir frá um garðin, ið hevur verið hansara arbeiðspláss síðstu 11 árini. Pápin, Fritleiv Joensen, lat fjósið byggja í 1974, og tá bróðurin Jógvan fall frá, tók Mortan yvir.
- Avbjóðingin hevur alla tíðina verið at halda fjósið við líka og at endurnýggja seg. Men hesi árini havi eg ferð eftir ferð rent meg fastan í Búnaðargrunninum, sum eftir mínum tykki setir heilt órímiligar treytir fyri at veita lán, sigur Mortan Joensen.
Hann tekur fram dømi um eina mjólkimaskinu, ið hann skuldi keypa brúkta úr Danmark, afturi í 2005.
- Eg hevði brúk fyri 40.000 krónum í láni úr Búnaðargrunninum. Lánið fekk eg, men afturfyri kravdi grunnurin trygd í mjólkakvotum og øðrum fyri meira enn tvær milliónir krónur. Tá sá eg, at her var heilt galið, sigur Mortan Joensen.
Eins og flestu aðrir garðar kring landið verður fjósið á Kambsdali rikið í einum smápartafelag. Men standandi krav frá Búnaðargrunninum er, at bóndin skal hefta persónliga.
- Eg havi søkt um lán úr Búnaðargrunninum fleiri ferðir. Men altíð hevur kravið um trygd verið sera stórt, og altíð havi eg skula heft persónliga fyri skuldini. Tað kann ikki vera rætt, tá talan er um vinnuligt virksemi, og tað kann eg heldur ikki bjóða familjuni, sigur Mortan Joensen og heldur fram:
- Avleiðingin hevur so verið, at vit klára ikki at gera neyðugu íløgurnar. Tað blívur bara til pjøss. Men vit mugu bara staðfesta, at vit bløða út, sigur Mortan Joensen, ið rekur fjósið saman við konuni Lis.

Endurnýggjan
Mortan Joensen hevur mjólkakvotu á 320.000 litrar, hann hevur tilsamans 80 neyt í fjósinum, harav út við 40 eru mjólkineyt. Fjósið á Kambsdali var modernað í 1974, men menningin á økinum er farin frá básafjósum til fjós, har neytini ganga frítt og verða mjólkað av mjólkirobottum.
- Tað eru eftirhondini sjey ár síðani, at vit høvdu eina verkætlan klára um at byggja nýtt eftir prinsippinum um eitt fjós við fríttgangandi neytum. Vit hugsaðu okkum eitt fjós, ið kundi framleiða eini 500.000 litrar av mjólk um árið sigur Mortan Joensen.
Tilsamans hevði íløgan verið um 20 milliónir krónur. Men lógin heimilar tó stuðul til at byggja brunn og køst, og tí hevði íløgan netto verið væl lægri.
- Vit søktu um stuðul til at byggja brunn og køst, tá lógin kom í gildi fyri tveimum ella trimum árum síðani, men tað gav einki ítøkiligt.
Tað var tó kravið um at hefta persónliga fyri øllum, ið bremsaði ætlanini.
- Eg verði 50 ár í summar, og tað er vónleyst hjá mær at binda meg persónliga fyri milliónir. Tað gongur snøgt sagt ikki at risikera hús og heim fyri sítt vinnuliga virksemi, sigur Mortan Joensen.
Dreymurin um at gera íløgu í ta endurnýggjan, ið sambært honum er fortreyt fyri at reka fjós og mjólkaframleiðslu víðari, førdi hann út á eitt vegamót:
- Tað er somikið bundið og strævið at reka gomlu fjósini, at vit orka snøgt sagt ikki meira. Eins og í øðrum vinnulívi er tað tí ein fortreyt, at vit sleppa at endurnýggja okkum, sigur Mortan Joensen.
Í fjørsummar fóru Mortan og konan Lis í summarferiu uttanlands í tvær vikur. Tað var fyrstu ferð, síðani hann bleiv bóndi fyri 11 árum síðani, at tey hildu feriu.
- Tá sóu vit, at her má okkurt alvorligt henda. Antin gera vit tað ordiligt, ella gevast vit, greiðir Mortan Joensen frá.
Avgerðin fall herfyri. Í besta føri fær hann onkran at taka yvir. Í ringasta føri verða neytini slaktað og mjólkakvotan avviklað.
- Ja, bóndin á Viðareiði hevur víst áhuga fyri at at taka yvir kvotu og neyt. Higartil hevur hann ikki fingið fíggingina upp á pláss, so eg veit ikki, hvussu fer at spæla av. Tað vil juni mánaði vísa, sigur Mortan Joensen.

Avgerðin
Mortan Joensen steðgar á við spurninginum hvussu hann hevur tað við avgerðini.
- Hevði tú spurt meg fyri einum ella tveimum mánaðum síðani, so hevði eg framvegis havt vónir um at kempa fyri einum nýggjum og nýmótans fjósi. Men nú vil eg bara sleppa burtur úr øllum. Tað verður ein harrans lætti, og eg gleði meg hvønn dag, sigur Mortan Joensen og smílist.
Men kenslan er løgin, viðgongur hann, tí landbúnaður hevur verið so stórur partur av hansara lívi. Pápin, Fritleiv Joensen, lat sum nevnt fjósið á Kambsdali byggja í 1974. Eisini var hann í meira enn eitt áratíggju formaður í Jarðarráðnum. Sjálvur sleit Mortan barnaskógvarnar í fjósinum.
- Eg haldi at pápi tók tað væl. Hann bakkar meg upp, serliga tá Búnaðargrunnurin er blivin so tvørligur at fáast við, at einki ber til, sigur Mortan Joensen.
Enn er ógreitt, hvat framtíðin bjóðar fyri Mortan eftir 1. juli.
- Ja, fyrst ætli eg at halda frí nakrar dagar, kanska vikur. Eg eri maskinmeistari av útbúgving, so kanska man fer út at sigla, sigur Mortan Joensen.