Heimasíðan hjá AB staðfestir í kvøld, at Mortan úr Hørg spælur við uppflytarunum komandi mánaðirnar.
28 ára gamli Mortan úr Hørg, sum er uppvaksin í Sumba, hevur seinastu fýra árini spælt við HB, har hann í hesum kappingarárinum hevur havt trupulleikar við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini.
Verjuleikarin hevur spælt fimm altjóða landsdystir fyri Føroyar.