Mortan Hansen til Íslands

Strikuspælarin hjá Tjaldrinum er í hesum døgum í Íslandi, har hann roynir at fáa sáttmála við felag í bestu deildini

Hondbóltur

Tað eru í løtuni sannlíkindini fyri, at landsliðsvenjarin í manshondbólti, Lars Nedergaard, í næstum fer at hava enn ein hondbóltsútiseta í leikarahópi sínum.
Tá A-landsliðið í summar var á venjingarlegu, vóru føroyingar ikki teir einastu, sum fylgdu við, hvussu leikur fórst. Hjá Þór á Akureyri hava teir mist nakað av fólki frá í fjør, og tá fleiri skaðar eisini gera um seg í hópinum, nýttu teir høvi at kanna eftir, hvørt onkur leikari var at síggja, sum kundi styrkja um hópin. Valið fall á sterka strikuspælaran hjá Tjaldri, Mortan Hansen, og hann er í hesum døgum í Íslandi, har hann komandi vikuna skal royndarvenja við felagnum.

Góðar vónir
Tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Mortan, var tað ein móður strikuspælari, sum vit tosaðu við.
Fríggjadagin kom hann til Íslands, og longu sama kvøld var venjingardystur á skránni. Leygardagin vóru tveir dystir leiktir, og tó at hann hevði frí sunnudagin, so var eyðsæð, at møðin skuldi rindast.
Spurdur, hvussu vónirnar um ein varandi sáttmála vóru, nú hann hevði verið partur av liðnum nakrar dystir, segði Mortan, at tær mundu vera á eini leið.
- Tað er kanska ringt at meta um, men í øllum førum eri eg meira positivur nú, enn eg var undan fráferðini. Kanska hevði eg vóna, at sum strikuspælari fór eg at fáa nógvar bóltar at arbeiða við, men so er tó ikki. Íslendingar seta í nógv størri mun álit á bakspælararnar, og tað ger so spælið hjá mær nakað øðrvísi, og tað er so nakað, sum krevur tilvenjing. Men samanumtikið, so haldi eg tó, at tað hevur gingið á eini leið, og tá støðan við fólki er, sum hon er, hjá Þór við skaðum og øðrum, so kann væl vera, at eg verði verðandi her uppi, heldur hann.

Verður avgjørt í vikuni
Um sjálvt spælið, so heldur Mortan, at umframt skiftið í spælistíli, so er talan um nakað heilt annað, enn tað at spæla hondbólt í Føroyum.
- Tað sigur seg sjálvt. Íslendingar eru jú á so nógv hægri støði enn vit, tá um hondbólt ræður, so at tað er nógv harðari, sigur seg mest sum sjálvt. Serstakliga er tað leikferðin og kropsliga spælið, sum eru á nógv, nógv hægri støði, enn eg eri vanur við úr Føroyum.
Sum nevnt, so byrjaði royndartíðin hjá Mortani í nýggja felagnum fríggjakvøldið. Alla hesa vikuna verða venjingar av ymsum slag á skránni, og komandi vikuskifti verðru so ein kapping fyriskipað, har Þór eisini skal taka lut. Væntandi fer leiðslan í felagnum eftir hetta at taka støðu til, hvørt Runavíkingurin skal gerast fyrsti mansleikarin úr Føroyum, sum fer at royna seg í best íslendsku hondbóltskappingini, síðani Andreas Hansen í 1990/91 gjørdi um seg.