Fyritøkan, Sp/f DEH á Toftum, sum bæði hevur entreprenørvirksemi og fiskaflutning, hevur síðan á heysti í 2010 átt ein verkstaðsbygning á havnalagnum á Toftum.
Haraftrat hevur fyritøkan átt eina grund við stálkonstruktión omaná, sum stóð beint innan fyri verkstaðsbygningin, sum eitt nú hevur hýst bilverkstaði.
- Tað er ein tíð síðan, at eg seldi grundina við stálkonstruktiónini til Sp/f Falkon, og um ársskiftið seldi eg eisini verkstaðsbygningin til Kassamiðstøðina, sum í fyrsta lagi ætlar at brúka bygningin til goymslu.
Mortan Højgaard sigur, at hann keypti hesar ognir í eini tíð, tá prísirnir ikki vóru so ógvuliga høgir, og nú hevur hann so selt hesar ognir aftur.
- Eg eri glaður fyri íløguna, eg gjørdi á heysti í 2010, og nú hesar ognir aftur eru seldar øðrum, er greitt, at hetta í sínari tíð var ein góð íløga, sigur eigarin av Sp/f DEH, Mortan Højgaard.