- Meðan eg sigldi, sá eg eitt hvørt, sum fleyt í sjónum. Tá eg kom nærri, sá eg á klæðum og skógvum, at hetta var ein deyður maður, sum fleyt við rygginum uppeftir. Maðurin, sum fann ein deyðan mann í Leirvíksfirði í gjárkvøldið, var útróðrarmaðurin Mortan Egholm, sum eigur útróðrarbátin Borgina. Mortan býr í Klaksvík, men er ættaður úr Streymnesi.
Mortan sigur, at hann var farin í bátin um hálvgum 9 tíðina í gjárkvøldið og hugsaði um at fara við línu. Men tá hann var komin út í Leirvíksfjørð, lotaði hann av landnyrðingi norði, og hann gjørdi av ikki at seta línuna.
- Eg var einsamallur á bátinum. Meðan eg sigldi, sá eg eitt hvørt, sum fleyt í sjónum. Tá eg kom nærri, sá eg á klæðum og skógvum, at hetta var ein deyður maður, sum fleyt við rygginum uppeftir.
Mortan Egholm sigur, at hann ringdi beinanvegin til løgregluna, sum bað hann royna at fáa fast í mannin.
- Eg fekk eitt net, sum eg hevði í bátinum, undir mannin og helt honum soleiðis til bátin, meðan eg bíðaði.
Hann sigur, at tað gekk ikki long tíð, til bátur við fimm monnum kom út til hansara, og tá hevði hann eisini tikið seglið fram, sum hann hevði í sínum báti.
- Líkið varð síðan rullað inn í seglið og fingið umborð á bátin, sum kom úr Leirvík, sigur Mortan Egholm, sum síðan sigldi heim aftur til Klaksvíkar.
Hann sigur, at hetta var ikki tað, hann hevði væntað á hesi ferðini í Leirvíksfirði í gjárkvøldið, men sigur seg fegnast um at hava gjørt sítt til, at ein saknaður maður kemur aftur í aftur.
Í morgun, tá Portalurin hitti Mortan Egholm í telefonini, var hann longu á veg aftur til útróðrar.