Morris Minor 60 ár

Í ár eru 60 ár eru liðin síðan fyrstu Morris Minor koyrdu av samlibandinum á Cowley verksmiðjuni í Oxfordshire i 1948. Minor vórðu gjørdir frá 1948 til 1971, men kring um í heiminum koyra enn nógvir Minor sum ellisakfør

Í Onglandi verður nógv gjørt burturúr, at 60 ár eru liðin síðan fyrstu Morris Minor koyrdu av samlibandinum á Cowley verksmiðjuni í Oxfordshire i 1948. Minor vórðu gjørdir frá 1948 til 1971.


Tað var Sir Alec Issigonis, sum teknaði Morris Minor, sum kom á marknaðin í 1948. Issigonis bleiv seinni heimskendur fyri at hava kollvelt allan bilaídnaðin í heiminum, við tað at hann teknaði Austin/Morris Mini, sum kom á marknaðin í 1959. Issigonis varð føddur í Turkalandi í 1906 og kom sum ungur Onglands, fekk enskan ríkisborgararætt og var útbúgvin verkfrøðingur. Hann varð settur í starv hjá Morris í 1936. Hann teknaði eisini Austin/Morris 1100, Austin 1800 og Morris Monaco.


Í sambandi við 60 ára haldið fyri Morris Minor er ein bók komin út um søguna hjá bilinum. Bókin eitur »Morris Minor – 60 years on the road«. Hon er skrivað av Ray Newell, sum er skrivari hjá størsta Morris Minor felagsskapinum i Stórabretlandi. Bókin er 160 síður við yvir 300 myndum.


Her hjá okkum koyrdu nógvir Minor, serliga sum pickup og vøruvognar. Í Danmark vórðu Minor nevndir ”Jordemoderbilen”. Kring um í heiminum koyra enn nógvir Minor sum ellisakfør.