Morris Mini aftur at fáa

Nú ber aftur til at ogna sær ein Morris Mini, sum nú verður framleiddur undir navninum Cooper Mini. Tað eru DB-Bilar í Havn, sum umboða bilin - og kostar hann 165.000 krónur

Eirikur Lindenskov


Hóast bæði Morris og Austin verksmiðjurnar hava latið aftur fyri mongum árum síðani, og harvið eisini bilarnir farnir í søguna, so ber enn til at ogna sær ein Morris Mini, sum var ein sera væl umtóktur bilur í Føroym í sjeytiárunum.

Men nú eitur bilurin Cooper Mini, og verður hann framleiddur hjá Rover í Onglandi - og har hevur hann verið framleiddur øll árini, síðani Morris og Austin verksmiðjurnar góvust..

Tað er DB-bilar í Havn, sum í gomlum døgum umboðaði Austin, sum umboðar Rover, og teir hava fingið ein bil heim. Hann eitur Cooper Mini 1,3i - og er hann m. a. útgjørdur við airbag.

Innan sær bilurin eitt sindur komfortablari út, men útsjóndin er so at siga júst tann sama, sum í sjeytiárunum, við forkromaðum kúfangarum ø. o.

Men hann, ið vil ogna sær bilin, má vera sera eldhugaður Mini-fan, tí bilurin kostar heilar 165.000 krónur?