Morris framsýning í Hoyvík

Í dag, fríggjadagin 27. juli, verða gamlir Morris Minor sýndir fram fyri almenninginum í Hoyvík.

Talan er um bilar hjá limum í Nordisk Morris Minor Klubb, sum eru komnir higar við 33 Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum. Har eru persónbilar, vørubilar, pickup og onkrir umbygdir bilar. Morris Minor vórðu gjørdir í ymiskum útgávum frá 1948 heilt til 1971.

Framsýningin er frá kl. 14-17 hjá Reyni Service, sum umboðaði Morris frá 1947 til 1980. Eisini vera gamlar føroyskar Morris myndir og annað at síggja.