Sunnukvøldið komu 33 gamlir bilar av slagnum Morris Minor við Norrönu.
Talan er um limir í Nordisk Morris Minor Klubb (NMMK), sum eru komnir higar við Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum. Har eru persónbilar, vørubilar, pickup og onkrir umbygdir bilar. Morris Minor vórðu gjørdir í ymiskum útgávum frá 1948 heilt til 1971.
Útferðir við bilunum verða gjørdar til t.d. Vestmanna, Norðureysturoy og í Norðoyggjar. Týsdagin verður m.a. koyrt í Norðoyggjum, og á middegi verða bilarnir at síggja á økinum við Norðoya Fornminnasavn.
Tað var Reyni Service, sum seldi Morris og onnur ensk bilmerkir frá 1947 til 1980, og fríggjadagin 27. juli frá kl. 14-17 verður ein Morris Minor framsýning har.
Nordisk Morris Minor Klubb hevur 588 limir úr Danmark, Norra og Svøríki umframt limir úr øðrum evropeiskum londum. Ferðalagið, tilsamans 67 fólk, verða í Føroyum til 29. juli.










