Mórits Heini: NSÍ er mítt heim

NSÍ hevur eisini longt sáttmálan við Mórits Heina Mortensen

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Mórits Heini Mortensen

NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Mórits Heina Mortensen. Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár.

 

- Eftirnavnið ber boð um eina heilt serliga stammu innan NSÍ-familjuna, og 23 ára gamli Mórits Heini var millum drúgvastu spælarar hjá okkum í ár við 22 dystum. Ein skilagóður, dugnaligur og sera arbeiðssamur miðvallari, sum bæði er við til at skapa møguleikar fyri aðrar, men sum eisini plagar at verða góður fyri nøkur mál sjálvur, skrivar NSÍ.

 

- Eg havi valt at skriva við NSÍ tí at tað er mítt heim, og tað er her eg vil verða. Eg vil gjarna verða við at venda gongdini og fáa felagið uppaftur í bestu deildina, sigur Mórits Heini Mortensen.

 

NSÍ longdi fyrr í vikuni sáttmálan við Búa Egilsson, og hevur fingið Kristian Joensen heim at verja málið. Sáttmálin hjá Mórits Heina er galdandi í 2023 og 2024.

 

Mynd: (NSÍ) Karstin Joensen, formaður, og Mórits Heini Mortensen