Ongum nýtist at ganga svangur á stevnunum, sum eru kring landið summarið ígjøgnum. Heldur ikki á ovastevnu.
Sum vanligt hevur verið nærum frá byrjan av, hevur borið til at keypa sær ein breyðbita ella eina pylsu á ovastevnu, og seinastu árini hevur eisini borið til at keypa sær ein ovastevnubúff. Tað verður eisini møguligt í ár, tí eins og í fjør fer Carello at selja ovastevnubúffar í mattjaldinum á keiini bæði fríggjadagin og leygardagin.
Og so verður sum nakað heilt nýtt møguleiki fyri at keypa sær morgunmat sunnumorgunin.
- Hugskotið er komið frá fólki her í bygdini. Tað hevur undanfarin ár víst seg, at serliga regattafólkið hevur havt áhuga í at keypt sær okkurt til morgunmat, og er haldi, at onkur roynd hevur veirð gjørd at skipa fyri morgunmati í matartjaldinum okkurt árið, sigur Baldur Bjørnsson, sum stendur fyri Kunningarstovuni í Nólsoy.
Hetta er so fyrsta árið, at Kunningarstøðin roynir hetta við morgunmati, og byrjað verður varliga.
- Talan verður ikki um nakra ovurhonds stóra buffet. Vit vita jú ikki, um vit verða yvirrend, ella eingin kemur, og tí byrja vit varliga. Tað verða rundstykkir og breyð við viðskera, umframt jogurt og müsli. Og so kaffi og té, sjálvandi, sigur Baldur Bjørnsson.
Morgunmatarbuffet’in letur upp klokkan 9 sunnumorgunin, og síðani verður opið, so leingi fólk koma. Prísurin verður eisini sámiligur, 50 krónur fyri vaksin og 30 fyri børn.










