Nú knappliga fara hesar báðar sendingar av skránni og verða vístar til internetið. Hetta er sera óheppið, og serliga fyri fólk í pensjónsaldri. Munnu tey, sum leggja skránna til rættis, vita, hvussu nógv gomul fólk hava teldu? Og duga at brúka hana? Hóast tað nú er farið undir at læra eldri fólk at brúka teldu.
Tað eru ikki nógvar sendingar á skránni í kringvarpinum, sum beinleiðis venda sær til tann eldra aldursbólkin, men hesar báðar nevndu sendingar hava tey eldru tikið til sín, og tey leggja sín fyrrapart av degnum til rættis eftir hesum sendingum. Og hví so taka tær frá teimum? Tað eru hóast alt út ímóti 6000 fólk, sum eru í pensjónistaaldri.
Nógv av teimum eldru eru ikki so tíðliga á fótum, at tey hoyra morgunlesturin kl. 7, tí kom tað væl við, at endursending var áðrenn kl. 10, eitt gott orð frá morgni av hevur stóran týdning fyri andaliga lívið hjá okkum øllum, og tað er við til at styrkja okkum mentalt, eins og fimleikurin, sum nógv eldri gjørdu brúk av, er við til at styrkja okkum likamliga.
Nú eru hesar sendingar tiknar av skránni. Hví skal altíð skerjast á eldraøkinum fyrst? Daglig likamlig rørsla er sera týdningarmikil fyri førleika og vælveru, eins og dagligur sálmasangur og lestur eru andaliga uppbyggjandi. Hesar báðar sendingar eru við til at halda okkum eldri í form, so lat okkum framvegis varð-veita tær, tað er okkara ynski.
Tónleikur er góður í mangar mátar, hann hava vit ríkiligt av allan dagin í kringvarpinum, men hann tolir at skerjast ella koyrast út á internetið. Er ein samrøða ella eitt prát við onkran, so skal eitt lag spælast fyrst, og áðrenn so við-komandi fær orðið, skal enn eitt lag afturat spælast fyrst. Er tónleikur bara ífylla? Í slíkum førum ørkymlar tónleikurin meira enn hann gagnar. Nógvir minuttir fara soleiðis næstan til spillis, her kann sparast tíð, um hetta er trupulleikin. Morgunlesturin og fimleikurin gera gagn, og tað hevði verið gott, um kringvarpið framvegis vildi gjørt sítt til at gleða ein stóran part av sínum lurtaraskara.