Fagnaðurin var stórur, tá ið tað leygardagin eydnaðist at finna førarafundin hjá blinda Una Rasmussen aftur í øllum góðum ovarliga í Gøtugjógv.
Maðurin, sum fann hundin, fekk leygarmorgunin eitt innskot, sum hann ikki vildi sleppa. Og tá hann umsíðir fylgdi innskotinum, kom hann fram á hundin, har fólk longu høvdu verið fram við og leitað.
Søgan um, hvussu førarahundurin Lotta varð funnin aftur leygardagin, var gleðilig, men eisini sermerkt – ikki minst fyri Petur Joensen í Norðragøtu.
Fór til stroks
Nýggjársdag rýmdi Lotta úr Norðragøtu orsaka av fýrverksbresti, sum gjørdi hana kløkka. Hundurin fór til stroks, og eingin sá hann aftur.
Lotta er svartur Labrador og er vand til at hjálpa blinda Una Rasmussen í gerandisdegnum.
- Vit høvdu verið ein túr, og tað varð skotið eitt sindur av fýrverkið. Lotta var eitt sindur órólig, og eg merkti á henni, at hon vildi sleppa heim. Tá vit komu heim, lat eg hana standa uttanfyri, meðan eg fór eftir onkrum at eta. Men tá var aftur onkur brestur, og hon fór til stroks, greiðir Uni Rasmussen frá.
Hann royndi at leita eftir hundinum í Norðragøtu, men uttan úrslit. Fríggjadagin fóru hann og konan um fjalli til Leirvíkar fyri at vita, um tey komu fram á Lottu í haganum omanfyri Norðragøtu. Men heldur ikki tað gav nakað úrslit.
Hugsaði um Jesus og lýdni
Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting í Gøtu og har á leið, og ein av teimum, sum var við í hesari leiting, var Petur Joensen í Norðragøtu.
- Synirnir tosaðu fríggjakvøldið um, at teir skuldu verða við í leitingini, men eg hugsaði ikki meira um tað tá. Leygarmorgunin fór eg tíðliga upp. Eg plagi at hjálpa soninum, sum er bóndi, og eg fór í fjósið klokkan hálvgum fimm. Tá eg kom heimaftur fór eg at hugsa um at hjálpa við leitingini, greiðir Petur Joensen.
- Eg fekk mær at eta, og so plagi eg hvønn morgun at lesa okkurt úr Bíbliuni ella onkrari lestrarbók, og hendan morgunin tók eg nýggju andaktsbókina hjá Jóhannes Andreas Næs fram og læs tekstin til dagin. Hann snúði seg um lýdni og at fylgja boðum.
Samstundis kom tað knappliga fram fyri Petur Joensen, at tá ið tey leitaðu eftir Jesus, funnu tey hann í templinum. Og í Gøtu er eitt gamalt seyðahús í Gjáarhaga, sum verður kallað fyri Templið.
- Eg kendi á mær, at eg skuldi fara niðan til Templið at leita, og teksturin úr andaktsbókini segði, at eg skuldi verða lýðin ímóti boðunum, sigur Petur Joensen.
Vildi sleppa til Templið
Petur Joensen fór við í leitingina leygarmorgunin, men í fyrstu syftu fór hann við einum bólki, sum leitaði í haganum í Norðragøtu – har suðuri frá og norðureftir. Tann leitingin gav einki úrslit, og so var farið aftur oman í bygdina, haðani leitingin varð samskipað.
- Síðani var ætlanin, at okkara bólkur skuldi leita av Gøtueiði og út ímóti Lamba. Eingin visti, hvar hundurin var farin, so sjálvsagt bleiv tað leitað víða. Tá kom eg aftur í tankar um at fara niðan til Templið at leita, og eg hugsaði eisini um tekstin frá andaktsbókini um at verða lýðin, sigur Petur Joensen.
- Eg segði tí frá, at eg vildi sleppa í Gjáarhagan at leita. Har hevði eingin verið og leitað tá. Og tað vildu teir sjálvsagt lovað mær. Teir bóðu meg taka fýra mans við, men eg segði, at um eg fekk ein mann við mær, so var tað fínt. Uttanfyri møtti eg Jóan Petur Olsen, sum eg kenni væl, og vit gjørdu av at fara avstað.
Hvin úr gjónni
Teir fóru so at leita í haganum, sum er vestanfyri Norðagøtu og ímóti Gøtugjógv.
- Fyrst settu við kós niðan í hagan, men so helt eg, at vit skuldu fara til Templið at leita, og so taka tað harfrá. Tað var stutt at ganga, og eg má siga, at eg næstan kendi á mær, at hundurin fór at vera í seyðahúsinum har. Men tað var hann ikki. Møguliga hevur hann verið har, onkur tekin vóru kanska um tað, greiðir Petur Joensen frá.
Teir gingu so víðari ímóti Gøtugjógv, og hildu seg á fram við gjónni niðan í hagan.
- Summastaðni er bratt niður í gjónna, men eg gekk tætt úti við gjónna, so eg kundi síggja niður í hana. Jóan Petur gekk nakað burtur frá og leitaði.
Alt í einum vóru lívstekin frá burturblivna hundinum.
- Knappliga hoyrdi eg hvin úr gjónni, og eg var so skakkur og glaður, at eg fór upp at renna. Eg royndi at ringja til Jóan Petur fyri at geva boð, men eg ringdi skeivt til tvær konur. Nummarið hjá soninum mintist eg, so eg ringdi til hansara.
- Eg hevði gingið fram við hundinum, sum var niðri í gjónni við bakkan hinumegin. Fólk høvdu leitað hinumegin gjónna, men tey høvdu helst ikki sæð niður í gjónna, har hundurin var. Og hevði hundurin ikki givið ljóð frá sær, so hevði eg ikki funnið hann, tí eg var faktiskt farin framvið honum. Kanska hevur hann sæð meg og er so farin at hvína, sigur Petur Joensen.
Sissaðu Lottu
Hundurin, sum var niðri í gjónni, var førarahundurin Lotta, tað ivaðist Petur Joensen ikki í.
- So ringdi telefonin hjá mær. Tað var Jóan Petur, sum spurdi, hvar eg var, tí onkur hevði sagt við hann, at tey høvdu sæð ein mann renna fram við gjónni. Ja, eg havi kanska verið eitt sindur skakkur, tá eg fann hundin, men eg kom niður á jørðina aftur.
Petur Joensen royndi at nærkast hundinum, men hann vildi ikki koma óneyðuga nær.
- Eg vildi ikki leggja trýst á hundin, tí hann var nakað óróligur. Eg rópti á hann, at nú fór Uni at koma, og tað fekk hann beinanvegin at slappa av. Jóan Petur gekk fram á hundinum har niðri frá, og vit vóru rundan um hann, men lótu hann fáa frið, so hann ikki gjørdi nakað óneyðugt.
- Hundurin var róligur, og hann tóktist verða væl fyri, hóast hann hevði verið í haganum í tveir dagar.
Heima aftur
Uni Rasmussen var í Norðragøtu, meðan tann skipaða leitingin fór fram leygardagin. Har sat hann hjá samskiparanum og bíðaði sum hundur bíðar eftir beini – tolin og spentur.
- Fyrst komu boðini um, at onkur hevði sæð ein hund í Gøtugjógv, og tað vóru góð boð at fáa. Og so komu boðini um, at tað var hundurin hjá mær, og tá var gleðin stór, sigur Uni Rasmussen.
Tyrlan fleyg Una Rasmussen niðan í gjónna, har hundurin var funnin. Eigarin skuldi tryggja, at hundurin kom upp úr gjónni aftur í øllum góðum.
- Eg gekk so út á eggina og royndi at rópa á Lottu, so hon vildi sleppa upp úr gjónni. Tað stuttliga var, at Jóan Petur, sum var annar av teimum í gjónni, hevði eina reim við sær – tað vóru ikki nógv sum høvdu reim við at leita, men tað hevði hann.
Lotta kom úr gjónni í øllum góðum, og tyrlan fleyg Una Rasmussen og hundin hjá honum oman í Norðragøtu. Uni fór beina leið heim at geva hundinum at eta og drekka.
- Lotta var yvirraskandi væl fyri, men hann var sera tystur og svangur. Tá hann hevði fingið at eta, gingu vit oman á keiina, har fólk møttu, og tá var eingin trupulleiki hjá Lottu at fara avstað. Hon var beinanvegin klár at fara, so hon var bara heilt væl fyri. Seinni á degnum merkti eg væl á henni, at hon var troytt og hevði góðan hug at liggja, sigur Uni Rasmussen.
Tann góði endin
Sunnukvøldið hittu vit Petur Joensen og Una Rasmussen heima hjá Una í Norðragøtu, og tað var einki at fjala útyvir, at menninir báðir vóru sera fegnir um, at tað spældi so væl av.
- Eg búgvi her í grannalagnum, so eg síggja ofta Una, tá ið hann fer avstað við hundinum, og eg havi mangan hugsað um, hvussu væl teir klára seg, sigur Petur Joensen.
- At missa hundin var sum at missa sjónina einaferð aftur, tí hundurin hjálpir mær so ótrúliga væl í gerandisdegnum, sigur Uni Rasmussen.
Og Lotta sjálv ger lítið hóvasták burturúr. Ætlanin hjá henni var neyvan at spæla hund, tá ið hon rýmdi á nýggjárinum. Hon er rólig og vinarlig, og hon smæðist ikki, tá ið fremmandir gestir koma á gátt. Tá ið vit so skulu taka myndir, setir Lotta seg sum ein sonn stjørna millum eigaran Una og finnaran Petur.
Og soleiðis fáa summar søgur ein góðan enda.