Morgunkonsert í Havnar Kirkju á ólavsøku

Leygarmorgunin, 27. Juli, verður morgunkonsert í Havnar kirkju.


Tey, sum fara at syngja og spæla, eru føroyska útisetakórið, Mpiri, og altjóða orkestrið, Via Artis Konsort, sum spælir ymisk søgulig og sermerkt ljóføri.

Kórið, Mpiri er væl kent í Føroyum. Tað hevur heimstað í Keypmannahavn og flestu sangarar eru føroyingar sum lesa, ella búgva fast í Danmark og dirigentur er Erik Jacobsen.

Via Artis Konsort, sum sæst á myndini, er eitt altjóða ensemble, sum spælir áhugaverdan og vakran árla-tónleikin úr miðøld og renæssansu, siga tey í Havnar Kirkju.

Teir vandu tónleikararnir í bólkinum spæla fleiri søgulig og sermerkt ljóðføri.

 

- Ein sermerkt samanseting av ljóðførum gevur teim vandu tónleikarunum gott høvi at spæla sær við, og granska, tíðarleys tónleikalig hugtøk sum klang, puls, improvisatión og rytmik í árla-tónleikinum.

 

- Tónleikurin hevur nevniliga eina serliga rytmiska nervu, sum skal finnast í teim ofta ófulfíggjaða noteraðu nótaarkunum, sum tey spæla eftir, siga tey í Havnar Kirkju

Mpiri og Via Artis Konsort hava verið  í Íslandi og sungið og spælt tónleikin, sum høvi verður at hoyra á matiné, sum tað eitur, í Havnar kirkju leygardagin.