Leygardagin vitjaði Morgunkórið í Vági, og konsert var í Vágs kirkju.
Morgunkórið hevur limir úr Havn, og úr stórum parti av landinum, har koyrandi er til miðstaðarøkið.
Umframt Morgunkórið, var eisini manskórið Orðið á borðið úr Frelsunarherinum í Vági á skránni, og sangarar úr Ljómi sungu eisini við í einum parti av sangskránni hjá Morgunkórinum.
Orðið á borðið legði fyri við sangum úr teirra sangskrá, afturvið klaver- guitar- og harmonikuspæli.
Morgunkórið sang sangir við frálikum útsetingum hjá kórleiðaranum, Sigrið Sivertsen. Millum annað sang kórið Morgun, Juni og Onki er sum summarkvøld við strendur. Vøkur var eisini framførslan hjá Morgunkórinum av kenda sanginum Bridge Over Troubled Water.
Várligir tónar, og góð og eldhugað var lívsjáttandi framførslan hjá Morgunkórinum. Góðar útsetingar koma til sín rætt í stóra kórinum, sum í seinna partinum av skránni eisini fekk stuðul frá sangarum úr Ljómi. Vágs kirkja var góður karmur um frálíku konsertina, har væl mannaða kórið kom til sín rætt í eini kirkju, ið hevur sera góðar ljóðumstøður, akustikk, til live-framførslur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##