Morgunkórið í Vágs kirkju

Leygardagin verður forkunnug konsert í Vágs Kirkju.

Tá vitjar Morgunkórið, sum Sigrið Sivertsen stjórnar,  í Vági og konsert verður í Vágs kirkju klokkan 16.00.

Saman við morgunkórinum fara sangarar úr Ljómi at syngja. Ljómur er kirkjukór við mongum árum á baki,  heimahoyrandi í Vági.

Í Morgunkórinum siga tey seg gleða seg til konsertina, sum er hin fyrsta í longri tíð, og ætlandi verða várligir tónar at hoyra.