Morgungron

Tað kemur neyvan óvart á menn, at ein bretsk kanning nú vísir, at munandi fleiri kvinnur enn menn hava morgungron, og at eisini tekur teimum longri tíð at sleppa av við tað lúnuta lagið. Bretska kanningin sigur, at 24 prosent av øllum monnum hava ongantíð morgungron, men at bara 13 prosent at kvinnunum kunnu rósa sær av tí. Umberingin sigst vera, at kvinnurnar sova verri um náttina, og at tær hava meiri at gera um morgunin.