Klokkan 14 danska tíð í morgin verður nýggi Tróndur í Gøtu doyptur í Skagen. Seinastu trý árini hevur Varðin í Gøtu havt nýggjan Trónd í Gøtu í gerð. Í fjør varð gamli Tróndur í Gøtu seldur, og tí hevur reiðaríið havt færri skip enn tað hevur havt.
Men í morgin klokkan 14 verður nýggi Tróndur í Gøtu doyptur í Skagen, og ætlandi fer hann til fiskiskap seinast í hesum mánaðinum.
Í augustmánað kom skrokkurin á nýggja skipinum til Skagen, og síðan hava umleið 120 mans verið umborð og arbeitt um samdøgrið.
Enn manglar tað seinasta av máliarbeiðinum, sum nógvi kuldin í Danmark hevur forðað, men í morgin verður 81,6 metrar langa og 16,6 metrar breiða skipið doypt.