Eitt brúgvalag við regni kemur inn yvir Føroyar av vestri og ælaveður og lýggjari luft fylgja tí. Í morgin koma nýggj brúgvaløg við regni og vindi inn yvir Føroyar av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt djúpt lágtrýst, sum liggur beint eystan fyri Ísland, at førka seg í ein landsynning og fer framvið beint eystan fyri Føroyar. Hetta hevur nógvan vind og ælaveður við sær, áðrenn kaldari luft av norðri streymar oman yvir okkum um vikuskiftið.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Út á dagin lækkar hann í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10nm/s, men í kvøld øtlar hann aftur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, men í nátt fer hann vesturum aftur. Fyrrapartin sólglottar, men út á dagin skýggjað og seinnapartin fer at regna. Hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella vátakavi. Hitin millum 2 og 7 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, seinni landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.