Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 - 15 m/s, sum seinni minkar til 5 - 10 m/s av norði og útnyrðingi. Tað fer at regna, men tað verður eisini sól í støðum. Hitin verður millum 2 og 5 stig. Í nátt veksur vindurin aftur til 8 - 13 m/s av norði og landnyrðingi. Skýggjað og æl við vátakava og kava, og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig í nátt.
Í morgin veksur vindurin tli stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 10 - 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s við hørðum hvirlum. Um náttina minkar vindurin aftur til 8 - 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 - 13 m/s, sum seinni minkar til 3 - 8 m/ av útnyrðingi og vestri, og um náttina snarar í ein sunnan. Fyrst upp á dagin verður skiftandi skýloft og einstøk kavaæl, seinni skýggjað og turt. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.










