Í morgin verður kappríðing á skránni, og tá verður avgjørt, hvørjir vinnararnir av FM steypunum 2018 verða. Summar greinar eru avgjørdar, summar greinar hava greiðan favorit, men í einari grein er ein FM finala millum tvey ross.
Tað boðar Føroya Ríðingarfelag frá í dag.
- Skeiðkappingin er langtsíðani avgjørd. Gylling, reyða ryssan hjá Regini Johannessen, hevur vunnið allar kappingarnar og hevur tí longu vunnið FM heitið. So er spurningurin bara, um hon eisini megnar at vinna á heystkappríðingini, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Føroya Ríðingarfelagnum, og víðari stendur um tær ymsu greinarnar:
- Í Trav er øðrvísi, har er ein rein FM millum Savoy hjá Berit Joensen, har Eiler Joensen ríðir og Grett hjá Sjúrða Holm, Kristfríð D. Jacobsen ríðir á Gretti. Hesi bæði rossini hava deilst um at vinna kappingar í ár, men Grettir man metast at hava besta møguleikan, tá tað tykist, sum hann hevur betri ferð í løtuni. Men hetta verður heilt vist ein spennandi tvídystur, millum tvey ross sum eru parað í sama riðili, har tann sum hevur bestu tíð vinnur FM.
Tað verður lagt upp til, at tað verður Sílfa hjá Ásu Bárðardóttir, sum vinnur FM heitið hjá teimum ungu. Sílfa hevur verið eitt sera jaligt íkast í hesum kappringarárinum. Á seinastu kapping hevði hon bestu tíð av øllum, eisini teimum vaksnu.
Tvíspor vaksin bólkurin er eisini mest sum avgjørdur. Tað skal vilja illa til, um Svanna hjá Hans Paula Poulsen ikki endurvinnur FM heitið. Svanna er fýra stig frammanfyri nummar tvey og skal tískil enda aftast, um hon ikki skal vinna steypið. Men kappríðingin verður tó heilt vist spennandi hóast hetta, Svanna skal renna móti Freyr hjá Onnu Magnussen. Tað er Bryndis Hjartardóttir sum ríðir á Freyr. Seinast hesi rossini dystaðust, vóru bara 2 hundrandapartar av einum sekundi á muni.
Kappingin verður í morgin klokkan 14:00.