Á miðdegi í morgin er kallað saman til eitt verkfall av tí heldur óvanliga slagnum. Talan er um eitt veðurlagsverkfall, sum verður uttan fyri Løgtingið á miðdegi í morgin, fríggjadagin.
Ein av fyriskiparunum, Hervør Pálsdóttir, sigur, at endamálið er at leggja trýst á politikarar um taka umhvørviskreppuna í álvara og at gera nakað við støðuna.
Verkfallið í Føroyum er ein partur av einum heimsumfatandi verkfalli, sum 15 ára gamla Greta Thunberg, veðurlagsaktivistur, hevur tikið stig til. Greta Thunberg fór í verkfall tríggjar vikur undan valinum til ríkisdagin í Svøríki í ár, og síðani hevur hildið fram við hesum hvønn fríggjadag.
Í samband við veðurlagsráðstevnuna í Póllandi eggjar hon nú øllum at fara í veðurlagsverkfall í morgin uttanfyri tjóðartingini. Sjálv sigur Greta Thunberg, at hon ger tað, hon kann, tí tað er hennara moralska skylda.
Hervør Pálsdóttir sigur, at hesum tekur hon undir við. Vit mugu øll gera tað, vit eru ment fyri at basa veðurlagsbroytingunum, heldur hon, og hon leggur afturat, at hetta krevur ítøkilig stig frá almennu myndugleikunum. Hinvegin heldur hon, at Løgtingið, og kommunurnar, taka ikki málið í nóg stóran álvara, og hetta má broytast beinanvegin.
– Avleiðingarnar av dálkingini og umfatandi útlátinum av veðurlagsgassum, hava alsamt størri ávirkan, og í dag flýggja fólk í hópatali undan avleiðingunum av mannaskaptu veðurlagsbroytingum. Og tess longur vit bíða við neyðugu broytingunum, tess verri verður tað og tess størri verða avleiðingarnar, sigur hon.
Í hesum sambandi er endamálið at savna so nógv saman sum gjørligt uttan fyri Løgtingið klokkan 12 í morgin, og at standa saman um umhvørvið. Hennara stóra ynski er, at føroyingar savnast um hetta mál og at vit fremja tær neyðugu broytingarnar.
– Eitt slíkt tiltak er við til at leggja trýst á politikkarar, og vit vóna tí at síggja fólk úr øllum politiskum flokkum og aldri”, sigur Hervør Pálsdóttir. Hon sigur, at stigtakararnir bjóða kaffi undir verkfallinum, men fólk mugu sjálvi hava kopp við.











