Í morgin verður Barnafestivalurin

Í morgin verður Barnafestivalurin 2010 í Grasagarði í Havn. Hetta er triðja árið á rað, at Margarinfabrikkin skipar fyri Barnafestivalinum.

- Bæði í fjør og fyrraárið var tiltakið ein brakandi succés, og atgongumerkini vóru rivin burtur, siga fyrireikararnir.

 

Høvuðsnavnið í ár er Jesper, sum øll kenna frá X- Factor kappingini, sum var sýnd fyrr í ár. Fyri at geva enn fleiri børnum møguleika at sleppa á Barnafestival, og fyri at gera tiltakið enn meira spennandi, er økið víðkað soleiðis, at fleiri av tiltøkunum verða í Kommunuskúlagarðinum.

 

Økið letur upp klokkan 11, og skráin er hendan:

 

Pallurin í Grasagarði

 

Kl. 12.30 Dansitrøllini (børn úr Margarinfabrikkini)

 

Kl. 13.30 Annika og Victoria (Talent 2010)

 

Kl. 14.30 Kular Røtur

 

Kl. 15.30 Ævintýraferðin

 

Kl. 16.30 Felagssangur

 

Kl. 17.30 Jóhanna (Ársins songrødd 2010)

 

 

Pallurin í Kommunuskúlagarðinum

 

Kl. 14.00 Trølla Pætur og Omman

 

Kl. 15.00 Rambo (børn úr Margarinfabrikkini)

 

Neon Blast (børn/ung frá Pakkhús 4)

 

Kl. 16.00 BiiT (dansibólkur ung úr Margarinfabrikkini)

 

Kl. 17.00 Coverbólkar (ung úr Margarinfabrikkini)

 

Kl. 18.00 Dragon Eye (Talent vinnari 2010)

 

Kl. 19.00 Jesper (X-Factor)

 

Atgongumerkir kunnu keypast í Margarinfabrikkini og í Tutl handlinum í Havn í dag. Um atgongumerkir eru eftir, verða tey seld uttan fyri arkitektavirkið hjá Árna Winther beint við Grasagarð á sjálvum degnum frá kl. 11.00.