Mikumorgunin fara øll børnini í dagstovnunum í Norðoyggjum at ganga skrúðgongu frá Sandinum í Klaksvík og niðan á vøllin, tá árligi barnafagnaðurin verður hildin.
Børnini, sum ganga á stovni í Norðoyggjum, eru á leið 450 í tali, og í ár hevur evnið, sum børnini hava arbeitt við, verið sirkus.
Børnini fara av sandinum uttan fyri politistøðina klokkan 10, og ganga síðani niðan á vøllin í Djúpumýru. Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari í Klaksvíkar kommuni, greiðir frá, at løgreglufólk plaga at hjálpa børnunum gjøgnum býin, og tað halda børnini vera serliga spennandi.
Komin niðan á vøllin hevur Kom við í Spæliland framførslu, og hetta er rørsla og orð, sum eru serliga vælumhugsaði og mennandi fyri børnini - eitt gott høvi at vera aktiv saman við starvsfólkinum á stovnunum, sigur Sigrun Vágstún.