Í morgin kemur stórt ferðamannaskip: Ansa væl eftir corona-virus

Tað er ikki neyðugt at stúra fyri corona-virus í hesum sambandi, heldur Magni Mouritsen frá MB-Tours, tí har verður gjørt eyka nógv burtur úr trygdini í sambandi við covid-19

Í morgin kemur ársins fyrsta ferðamannaskip til Føroya. Talan er um stóra ferðamannaskipið MS Magellan, sum hevur verið í Føroyum nakrar ferðir fyrr. Tað kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin úr Amsterdam. Magellan tekur 1452 ferðafólk, og manningin telur 660. So tað verða nógv fólk í einum, sum koma til Føroya í morgin.

Úti í heimi hava vit hoyrt um ferðamannaskip, sum eru komin sera illa fyri, tí coronavirus hevur breitt seg umborð. Tí um onkur verður smittaður umborð á skipi, so kann sjúkan breiða seg skjótt.

MB-Tours skipar fyri útferðum fyri ferðafólkunum úr ferðamannaskipunum. Og har hava tey umhugsað støðuna væl og virðiliga í sambandi við corona-virus.

– Vit hava starvsfelagar í Asia, sum eru øgiliga hart raktir av ávirkanini frá covid-19. Skipini sleppa slett ikki í land, og tey vita ikki, hvat tey skulu gera. Av tí at onnur skip hava verið ávirkað av coronavirus, so er hetta sjálvandi nakað, vit hava tikið hædd fyri, sigur Magni Mouritsen, stjóri í MB-Tours.

MB-Tours hevur samskift við ferðamannaskipið Magellan, sum kemur í morgin.

– Vit hava samband við skipið og reiðaríið. Vit hava skrivað umborð og spurt, um fólkini verða sprittað og halda allar vanligu fyrihaldsreglarnar. Tað gera tey, hava vit fingið váttað. Annars handla vit eftir tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, og vit eru klár við spritti til bussarnar, sigur hann.

Um vit halda, at vit eru bangin fyri coronavirus í Føroyum, so eru tey nógv meira bangin umborð, vísir Magni Mouritsen á.

– Um onkur sjúka er umborð á einum skipi, so kann hon breiða seg skjótt. So tí eru tey nógv betur fyrireikað umborð, enn hvat vit eru á landi. Tey ganga og spritta hendurnar, tá tey fara og eta, og áðrenn tey koma í land, og tá tey fara umborð. Tað gera tey, óansæð um tað er í sambandi við coronavirus ella ikki, sigur Magni Mouritsen og ger greitt: 

– Um onkur tilburður verður staðfestur umborð, so sleppur eingin í land. Men tað hevur einki við okkum at gera. Vit taka okkum bara av útferðum, og vit ganga út frá, at fólkini, sum koma í land eru frísk, sigur hann.

– Men hetta er ikki nakað øðrvísi, enn tá Norrøna og Atlantsflog koma til landið. Tað gongur út uppá akkurát tað sama. Munurin er bara fólkanøgdin, sum kemur í land, sigur Magni Mouritsen. 

Hóast hetta er fyrsta ferðamannaskip, sum kemur til Føroya í ár, so er sesongin ikki heilt byrjað enn. Eitt annað skip kemur 20. mars, men so koma tey næstu ikki fyrr enn í mai.

(Rætting: Upprunaliga stóð skrivað, at Magellan kemur á Havnina. Men tað kemur á Kollafjørð)