Í morgin kemur árið hjá Ljómi í hæddina

Ì annaðkvøld hevur Kirkjukórið Ljómur siðbundnu Allahalgannakonsertina í Vágs Kirkju

Konsert

Heilt síðani Kirkjukórið Ljómur varð stovnað í 1939, hevur tað at kalla hvørjum ári havt eina konsert um tað mundi, allahalgannadagur er.
Allahalgannadagur er 1. november og í ár verður konsertin á gudstænastu í annaðkvøld, sunnukvøldið klokkan 18.00.
Hendan løtan í Vágs Kirkju, tá ið korið hevur allahalgannakonsert, er árið hjá Ljómið komið í hæddina, tí hetta er løtan, tá ið tikið verður samanum árið, ið fór.
Ella sum tey sjálvi, so sveimandi siga:
? Dagurin er styttur og alt úr bø og haga er komið til høldar. Flytifuglurin er farin í heitari lond, soleiðis ber løtan brá av sorgblíðni og tøkk.

Ymiskt á skránni
Á konsertini hesuferð fara tey at syngja ?Beati Mortui? eftir F. Mendelsshon ? Bartoldi. Tey fara eisini at syngja ?So friðarlig er grøvin? eftir Christopher Tye, sum Vilhelm Meyer hevur týtt til føroyskt. Aðrir sangir eru ?If ye Love me? eftir Thomas Talls og ?Meine Seel ist stille zu Gott? eftir Moritz Hauptmann. Harumframt verður onkur føroyskur sálmur eisini á skránni. Á Gudstænastuni fer nýggi vágsprestur, Patric de Neergaard, at lesa dagsins tekst. Tað verður eisini felagssálmar og tá verður tað Niels Nolsøe, sum spælir undir upp á tað gomlu urguna.

Nú hvítna tindar
Ikki skerst burtur, at sálmurin, ?Nú hvítna tindar? hevur ein serligan týdning fyri Kirkjukórið Ljóm.
Og ímeðan offrað verður, fer Kórið at syngja hendan sálmin hjá Grundtvig.
Tað var einaferð fyrst í fýratiárunum, at Edith Dahl heitti á Robert Joensen um at týða sálmin ?Nu falmer skoven trint om land? til føroyskt. Hegnisliga umskrivaði hann sálmin til okkara viðurskifti, og fáur vildi trúð, at hann ikki var upprunaliga føroyskur.
Hesin sálmurin varð stutt eftir sungin á fyrsta sinni í Vágs kirkju til offurguðstænastuna, og tað hevur hann verið síðani og nú er tað meiri enn seksti ár síðani

Sjáldsama gott samstarv
Hesi seinastu árini hevur Dorte Tilma úr Århus verið kórleiðari hjá Ljómi. Hon er organistur í Langenæs kirkjuni í Århus. Ljómur fekk samband við hana, og eitt vikuskifti um mánaðin ferðast hon trúliga til Føroya at venja Ljóm og tá verður vant alt vikuskiftið.
Ljómur sigur, at kórleiðaranum dámar væl í Føroyum og samstarvið er sjáldsama gott.