- Um hesa tíðina í morgin siti eg umborð á einum flogfari á veg til Karachi. Tað er dagurin, sum eg og allir pakistanar, sum virða demokrati og mannarættindi, hava bíðað leingi eftir, segði Benazir Bhutto á tíðindafundi í Dubai í morgun.
Fyrrverandi forsætisráðharrin hevur búð í útlegd, síðani hon í 1999 bleiv skuldsett fyri svik. Skuldsetingarnar eri kortini sleptar eftir einari avtalu millum Bhutto og Pervez Musharaf, forseta, men enn hevur pakistanski hægstirættur ikki gjørt av, um hann góðtekur avtaluna.