Í morgin fara foreldur at taka eitt tak fyri at fáa semju í lag í sáttmálatrætuni ímillum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Barnagarðar, vøggustovnar, vard verkstøð og aðrir stovnar, hava verið stongdir ímeðan verkfallið er, og í morgin fara so allir dagrøktararnir hjá tí almenna so eisini í 24 tíma samhugaverkfall.
Sostatt verða allir ansingarstovnar stongdir í morgin, eisini teir, sum annars ikki eru raktir av tí upprunaliga verkfallinum hjá Pedagogunum.
Og nú er tað ein bólkur av foreldrum, sum heldur, at tað ber ikki longur til at dúva upp á ommur og abbar og vinfólk og onnur fyri at sleppa til arbeiðis, siga tey á Facebook.
So ístaðin fyri at møta til arbeiðis í morgin, mikudagin, fara foreldrini eisini í verkfall.
Ì hesum sambandi fara foreldur og børn at møtast á vaglinum klokkan 11 í morgin og so verður farið til gongu út í Fíggjarmálaráðið, har tey fara at hugna sær við ymiskum.