Í morgin byrjar Fish Fair í Klaksvík

Í morgin verða dyrnar latnar upp til stóru North Atlantic Fish Fair-messuna, sum nú verður í Klaksvík á øðrum sinni.

Seinast Fish Fair var í Klaksvík - tað var í 2011 - vóru framsýnarnir sera væl nøgdir við umstøðurnar í báðum hallunum í Klaksvík.

Tó kann sigast, at umstøðurnar eru enn betri hesa ferð við eini rættiligari sambygging millum hallirnar á 8 x 10 metrar og við einum goymsluhøli á 3 x 10 metrar.

Nú gongur tú inni í tveimum hallum við 2000 fermetrum av framsýningarøki - uttan at fara út um fyri at koma í hina høllina.

Fish Fair-messan hevur havt sera stóran eftirspurning og eru ikki færri enn 173 framsýnarar úr 13 londum við.

Framsýnarar eru úr øllum norðanlondum, og framsýnarar eru eisini úr eitt nú Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Sveits og Japan.

Løgmaður setur stevnuna týsmorgunin 9. apríl klokkan 10, eftir at bæði Áki í Skemmuni, stjóri fyri North Atlantic Fish Fair og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, hava lagt lunnar undir við vælkomurøðum.

Klaksvíkar Hornorkestur fer eisini at seta sín dám á setanina við teirra eyðkenda spæli.

Á messuni er eisini eitt fyrilestrarøki, har ymiskir fyrilestrar verða hildnir, og eitt nú fer Livar Nysted at greiða frá seinasta bragdi sínum á havinum.

Lagt er upp til eina spennandi North Atlantic Fish Fair-messu undir væl skipaðum kørmum í Klaksvík í døgunum 9. - 11. apríl 2013.

Orð & myndir: Dávur Winther