Í morgin birta ljósini í glugganum vón

Í morgin 10. desember er Altjóða Mannarættindadagur, og í ár eru 69 ár liðin, síðan ST-yvirlýsingin um mannarættindi varð undirskrivað í París. Altjóða Mannarættindasáttmálin, sum hendan yvirlýsingin er betur kend sum, var ein av teimum fyrstu stóru úrslitunum hjá tí tá nýstovnaða ST.

 

Á hvørjum ári eggjar Amnesty fólki at tendra eitt ljós á Altjóða Mannarættindadegnum at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Amnesty selir eisini Amnestyljós at seta í gluggan ymsa staðni kring landið.

 

Tey fyrstu 10 punktini av teimum tilsamans 30 punktunum í Altjóða Mannarættindasáttmálanum eru hesi:

1. Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsanir og hugsjónir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt.


2. Øll eiga hesi rættindi, sama hvussu ymisk vit eru.


3. Vit eiga øll rættin til lív og at liva í frælsi og tryggleika.


4. Ongin hevur rætt at trælka okkum. Vit kunnu ikki trælka nakran annan.


5. Ongin hevur rætt at skaða okkum ella at pína okkum.


6. Øll hava rætt at vera vard í lógini.


7. Lógin er tann sama fyri øll. Hon má fara rættvísiliga við okkum.


8. Vit kunnu øll biðja dómsvaldið hjálpa okkum, tá ið vit ikki eru rættvísiliga viðfarin.


9. Ongin hevur rætt at fongsla okkum uttan eina góða grund, at halda okkum í varðhaldi ellaat senda okkum av landinum.


10. Um vit verða stillað fyri rættin, eigur tað at vera alment. Fólkið, ið viðger okkum, eigur ikki at lýða boðum frá øðrum.

“Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.”  – Peter Benenson