Morgan jubileumsbilur

Hundrað ára føðingardagurin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni hevur rættiliga sett ferð á søluna av Morgan bilum. Í sambandi við 100 ára føðingardagin vórðu 100 sergjørdir Morgan Aeromax gjørdir. Men tað vísti seg, at eftirspurningurin var so stórur eftir bilinum, at á ensku Morgan verksmiðjuni er avgerð tikin um at gera nakrar Aero SuperSport, sum er ein uppaftur frekari útgáva av Aeromax jubileumsbilinum. Bilurin hevur t.d. takpanel, sum kunnu takast av, soleiðis at hann bæði kann vera coupé ella opin sportvognur.

Motorurin er ein 4,8 litra V8 frá BMW við 367 hk og snúningsmomenti upp á 490 Nm við 4.300 snún/min. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund.

Eins og Aeromax verður Aero SuperSport eisini gjørdur í avmarkaðum nøgdum, men Morgan hava enn er ikki upplýst, hvussu nógvir bilar verða gjørdir. Morgan Aero SuperSport kemur á marknaðin fyrst í 2010.

Vit í Føroyum koma eisini at merkja 100 ára hátíðarhaldið hjá Morgan. Við Norrønu mánadagin 14. september koma 22 Morgan sportbilar til Føroyar.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum