Morgan jubileumsbilar

Hundrað ára stovningardagurin hjá Morgan Motor Company hevur rættiliga sett ferð á søluna av Morgan bilum.

Í sambandi við 100 ára føðingardagin vórðu í fyrstu atløgu 100 sergjørdir Morgan Aeromax gjørdir, men tað vísti seg, at eftirspurningurin var so stórur eftir bilinum, at avgerð varð tikin um at gera nakrar Aero SuperSport, sum er ein uppaftur frekari útgáva av Aeromax jubileumsbilinum.


Bilurin hevur t.d. takpanel, sum kunnu takast av, soleiðis at hann bæði kann vera coupé ella opin sportvognur. Motorurin er ein 4,8 litra V8 frá BMW við 367 hk og snúningsmomenti upp á 490 Nm við 4.300 snún/min. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund. Eins og Aeromax verður Aero SuperSport eisini gjørdur í avmarkaðum nøgdum.