Hundrað ára stovningardagurin hjá Morgan verður hátíðarhildin kring um í heiminum við ymiskum tiltøkum sum t.d. í Tivoli í Keypmannahavn, har ein Morgan framsýning verður sunnudagin 14. juni.
Vit í Føroyum koma eisini at merkja 100 ára hátíðarhaldið hjá Morgan. Við Norrønu mánadagin 14. september koma millum 16 og 18 Morgan sportbilar til Føroyar.
Ferðaleiðaran á túrinum verður Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari, og hevur skrivað bøkur um føroyska list.
Allir Morgan eru hondgjørdir, og á verksmiðjuni sunnan fyri Birmingham arbeiða umleið 150 fólk, sum framleiða umleið 600 bilar árliga. Tann best kendi Morgan er Roadster V6, ið hevur design frá 1963, ið er lítið og einki broytt síðan tá. Morgan kosta donskum prísum millum eina og tríggjar milliónir krónur.