Morgan innrás

Í morgun komu tilsamans 22 Morgan sportbilar við Norrönu. So nógvir smáir sportbilar av sama slagi hava ongantíð verið í Føroyum áður. Talan er um limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum koma higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni.

Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað bøkur um føroyska list.

Klokkan 12 verður móttøka á Grafiska Verkstaði Føroya á Skálatrøð, har Heðin Mortensen, borgmeistari í Tórshavnar kommunu, bjóðar teimum vælkomin. Tá verður høvi hjá fólki at síggja bilarnar

Morgan verksmiðjan í Malvern í Onglandi og Tórshavnar kommuna eru bæði stovnað í 1909.

Tað var Henry F.S.Morgan, sum stovnaði verksmiðjuna, sum í dag verður rikin av triðja ættarliði.

Morgan eru smáir lágir sportbilar við stórum motorum. Teir flestu hava V8 motorar við heilt upp til 250 hk, sum koyra frá 0-100 km/t upp á millum 5,5 og 6,0 sekund. Allir Morgan eru hondgjørdir.

Bilarnir verða at síggja ymsastaðni kring landið. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 17. september.