Tað at enska bilverksmiðjan Morgan Motor Company fyllir 100 ár í ár verður eisini hátáðarhildið í Føroyum.
Í ár eru 100 ár liðin síðan lítla enska bilverksmiðjan Morgan Motor Company varð stovnað av Henry F.S. Morgan í 1909.
Hundrað ára stovningardagurin hjá Morgan verður hátíðarhildin kring um í heiminum við ymiskum tiltøkum sum t.d. í Tivoli í Keypmannahavn, har ein Morgan framsýning verður sunnudagin 14. juni.
Hóast eingin Morgan nakrantíð hevur verið skráseetur í Føroyum, koma vit eisini at merkja 100 ára hátíðarhaldið hjá Morgan, tá millum 16 og 18 Morgan sportbilar koma við Norrønu mánadagin 14. september.
Ferðaleiðari á túrinum verður Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað bøkur um føroyska list. Í samrøðu í sendingini Bilradio á Rás2 kl. 13 í dag sigur hann frá Morgan hátíðarhaldinum í Føroyum.
Allir Morgan eru hondgjørdir, og á verksmiðjuni sunnan fyri Birmingham arbeiða umleið 150 fólk, sum framleiða umleið 600 bilar árliga. Tann best kendi Morgan er Roadster, sum hevur design frá 1963, ið er lítið og einki broytt síðan tá. Morgan kosta í donskum prísum millum eina og tríggjar milliónir krónur.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum