Fríggjanáttina hevur onkur brotið inn umborð á línubátinum Venus, sum lá í Miðvági hesa náttina.
Innbrotstjóvurin er farin beinleiðis eftir heilivágsskápinum, sum var á brúnni. Skápið er brotið upp, og viðkomandi er sloppin avstað við nøkrum ampullum av morfini og nøkrum sterkum tablettum.
Enn ber ikki til at siga, nær innbrotið er framt, tí løgreglan hevur ikki fingið hendur á gerningsmanninum.